Innanlands

Oy bryggjar øl til Grønlands

Bryggjaríið OY hevur gjørt samstarvsavtalu við grønlendsku keypsamtøkuna Brugseni um, at OY skal bryggja ymiskar øl til grønlendska marknaðin. Lagt verður út við trimum nýggjum sløgum

2024-09-04 10:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við ársskifti varð nýggj pantskipan sett í verk í Grønlandi. Hetta hevur gjørt tað lættari hjá nýggjum framleiðarum at koma inn á marknaðin. Eitt nú, tí at dósir og ymisk sløg av glas- og plastikkfløskum eru vorðnar lógligar. Gamla pantskipanin hevði við sær, at donsku Carlsberg og UniBrew høvdu so gott sum einkarætt á grønlendska øl- og sodavatnsmarknaðinum. Hetta er broytt við nýggju lóggávuni, og verulig kapping er komin á økið.

Í Grønlandi kunnu allir matvøruhandlar selja rúsdrekka, og tí hevur handilsketan Brugseni leitað sær eftir einum hóskandi framleiðara at bryggja nýggjar góðsku øl til grønlendska marknaðin. Valið fall á føroyska OY.

At byrja við vera trý sløg av øli at fáa í teimum 17 handlunum, sum Brugseni hevur í átta teimum størstu býunum í Grønlandi. Við tíðini er ætlanin at framleiða enn fleiri sløg av øli saman við OY til Grønlands.

Hóast samleikin á nýggju grønlendsku ølunum minnir nakað um brand-andan hjá OY, so hava allar ølirnar hjá Brugseni sín heilt egna grønlendska samleika. Og eins og í Føroyum eru nøvnini á ølunum eitt sindur skeiv og spælandi.

Nýggja klassik ølin, sum OY hevur bryggjað til Brugseni, hevur fingið heitið Kilaasitoqaq, ið merkir ”gamli Klaus” á grønlendskum. Danska mannfólkanavnið Klaus er ikki lætt at úttala á grønlendskum, og verður tí ofta úttalað ”Kilaasi”, ið minnir um ljóðið á orðinum klassik. Tí fall valið á hetta navnið til ølina.

Í Føroyum eru ymisk føroysk djór knýtt at ymsu OY ølunum, antin sum eydnudjór ella maskottar. Tað sama er galdandi við grønlendsku ølunum, tó at talan er um onnur djór enn tey føroysku. Á klassik ølini er tað ein roysningur, ið er eydnudjórið.

Nýggi grønlendski pilsnarin eitur Makkulu, og sipar navnið til tað at sussa ella til ein persón, ið snakkar ov hart og ov nógv. Tað verður eisini mett, at tað ljóðar sum suss, tá grønlendska havgásin, sum prýðir pilsnaran, samskiftir við aðrar havgæs. Tí eitur henda ølin soleiðis.

Triðja og síðsta nýggja ølin eitur Siarsuk, og merkir hetta “gamli stavnur” ið ofta verður brúkt um ein persón, sum møtir óvæntað upp til ymiskt. Talan er um eina Hazy IPA øl, og verður hon prýdd við tveimum pólrevum, sum dystast í Pakassumittut, ið er ein aldargamalur inuit ítróttur.

Tað er lokala listakvinnan, Sacha Malinský, ið er mest kend undir listanavninum Cheeky, sum hevur prýtt allar tær grønlendsku OY dósirnar.

Óli Restorff Hansen, stjóri í OY, fegnast um nýggja samstarvið og sigur, at “tað er ein heiður at sleppa at bryggja góðskugott øl til grønlendingar. Hetta er eitt spennandi samstarv, har vit síggja góðar møguleikar fyri báðar partar, nú grønlendski ølmarknaðurin er latin upp fyri kapping.”

Benny Reffeldt Otte, marknaðar- og samskiftisleiðari hjá Brugseni, leggur afturat: “Vit fegnast um at kunna veita kundum okkara fyrstafloks øl við einum serstøkum grønlendskum samleika við støði í okkara søgu, mentan og máli, men samstundis eisini við einum skálkasmíli. Vónandi er hetta byrjanin til eitt langt og gott samstarv millum Brugseni og OY.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder