Innanlands

Oyrarnar vorðnar eitt spennandi aktiv

Inni á Oyrunum eru seinastu árini farnar fram stórar broytingar

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-02-01 12:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at geva økjum í kommununi eina “andlitslyfting”, arbeitt við at fríðka og rudda økir kring um í kommununi. Eitt av økjunum, sum er nógv broytt seinastu árini er økið á Oyrunum.

Inni á Oyrunum eru seinastu árini farnar fram stórar broytingar.

Fyri smáum 10 árum síðani vóru Oyrarnar meiri líkar einum ruskplássi við bilvrakum, oyðiløgdum bingjum, sundirskornum aliringum, einari rúgvu av óbrúkiligum amboðum, rúgvum av mold og gróti – sum vóru samanblandaðar við m.ø. virkseminum á betonblandistøðini og skipaðum goymslum í bingjum.

Í 2012 varð farið undir at rudda ein part av økinum inni á Oyrunum, soleiðis at Páls Høll kundi byggjast. Tað byggjaríið fór ígongd seint í 2012. Síðani er nógv hent á Oyrunum, skrivar Vágs kommuna.

Á heysti í 2015 varð Páls Høll tikin í nýtslu. Á heysti í 2016 varð útbyggingin á Vágsverkinum liðug. Í 2017 varð farið undir at rudda alt økið, samstundis sum betonblandistøðini varð flutt. Á vári í 2018 varð Marghøllin tikin í nýtslu. Og á heysti í 2018 varð økið gjørt klárt til Bakkafrost, sum tá eisini fór undir at gera stórar aliringar inni á Oyrunum.

Økið á Oyrunum er sostatt nógv broytt. Alt óruddið, sum fleyt um alt økið er burturi og nýggir bygningar og nýggj virkisøkir eru nú partur av gerandisdegnum inni á Oyrunum. Hvønn dag hava nógv fólk dagliga gongd inni á Oyrunum, antin til arbeiðis ella fyri at njóta løturnar í Páls Høll ella Marghøllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder