2025-03-07 12:32

Páskabryggið fyri 2025 er komið út.
Várið er í nánd og vit ganga ímóti ljósari tíðum. Páskabryggið er bryggjað á Føroya Bjór við stórum eldhuga.
Páskabryggið er sett saman við bestu rávørum og hóskar sera væl til føroyskan mat og til páskaborðið.
Eitt gott samanspæl og ein góð javnvág er ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni. Vit hava gjørt nógv burturúr fyri at fáa bestu góðsku og smakk verður sagt frá bryggjarunum á Føroya Bjór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald