Innanlands

Pætur og Rógvi stjórna Hotel Brandan

Pætur Trónd Thomsen er hotellstjóri og Rógvi Mikkelsen verður leiðari á Hotel Brandan

Rógvi Mikkelsen og Pætur Trónd Thomsen

Rógvi Mikkelsen og Pætur Trónd Thomsen

2019-05-02 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toymið, sum skal leiða eitt av nýggju hotellunum í høvuðsstaðnum, er sett, og verður tað Pætur Trónd Thomsen, sum verður hotellstjóri, og Rógvi Mikkelsen, sum verður leiðari á Hotel Brandan.

Pætur Trónd Thomsen er hotellstjóri á Hotel Hafnia, Hotel Brandan og Hotel Skálavík. Áður starvaðist hann sum sølu- og tænastuleiðari umborð á Norrønu, og er tískil eitt vælkent andlit í Smyril Line samtakinum. Hann hevur nú verið í starvinum í gott og væl eitt ár, og hevur hetta verið ein sera spennandi tíð.

Rógvi Mikkelsen verður nýggi hotelleiðarin á Hotel Brandan. Hann byrjaði í starvinum 1. mei í 2019. Fram til hotellið letur upp um eitt ár, fer hann at læra samtakið at kenna, og ikki minst fyrireika seg og síni starvsfólk til hotellið letur upp.

Rógvi hevur eina viðkomandi útbúgving frá Copenhagen Business School og nógvar royndir á hotell- og matstovuøkinum. Seinastu mánaðirnar hevur Rógvi arbeitt sum stjóri á Haps og Essabarr, og áðrenn hetta starvaðist hann á Royal Golf & Conference Center í Ørestad sum rakstrar- og marknaðarleiðari.

- Eg eri sera glaður fyri stóra álitið og gleði meg at koma at kenna øll tey dugnaligu fólkini í samtakinum. Eg eri sera spentur at seta hol á drúgva fyrireikingararbeiði, sum skal til fyri at koma at veita komandi gestum eina framúr tænastu á einum hotelli, sum serliga ferð at skara framúr á tí grønu leiðini, sigur Rógvi Mikkelsen.

Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell við norðurlendskum sniði, sum P/F Hotel Hafnia letur byggja. 124 kømur vera í alt, har av 116 eru dupultkømur, 6 kømur eru til rørslutarnaði og 2 svitur. Fundarmøguleikarnir verða framúr við hølum í ymiskum støddum, sum kunnu tillagast til einhvønn tørv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder