Páll á Reynatúgvu finst í viðmerking hvassliga at landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og formanninum í Tjóðveldi, Høgna Hoydal.
- Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um, skrivar Páll á Reynatúgvu hvassliga á Facebook.
Hann sigur, at Sandoyggin bert fær molarnar av menningarkvotunum.
- Nú úrslitið – fleiri mánaðir ov seint – verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði. Freistandi er at halda at metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum, skrivar Páll á Reynatúgvu millum annað.
- Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar.
Okkurt kundi eisini bent á, at Páll á Reynatúgvu ætlar at bjóða Høgna Hoydal av.
- Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað.
Les eisini: Menningarkvoturnar: Fýra til Suðuroynna og tvær til Sandoynna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald