Tað styttist til løgtingsval, og í tí sambandinum skipar Keypmannahavnarnevndin hjá Meginfelag Føroyskra Studenta fyri pallborðsfundi í felagshølinum Sumpen, á Oyrasundskollegienum í kvøld.
MFS boðar frá, at eitt umboð frá øllum politisku flokkunum, sum eru á tingi í Føroyum, er boðið við til pallborðsfundin, og at evnini, sum verða viðgjørd og sum kjakast verða um, eru trý í tali:
1) Veðurlagspolitikkur
2) Fosturtøka
3) Loysing/Samband.
Tvey tey fyrstu eru nógv frammi fyri tíðina, og tey koma allarhelst at fylla nógv í valstríðnum. Tað seinasta hevur helst serliga ein relevans, tí at áhoyrarnir eru føroyingar, ið búgva í Danmark
Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og tað er ókeypis.
Floksumboðini á pallborðsfunfinum verða hesi:
Fólkaflokkurin: Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir
Sambandsflokkurin: Anna Falkenberg
Javnaðarflokkurin: Jónleif Johannesen
Sjálvstýri: Jens Heri Bolstad Mortensen
Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir
Framsókn: Bjarni Kárason Petersen
Miðflokkurin: Aksel Berg
Innanlands
Pallborðsfundur á Oyrasundi í kvøld
Veðurlagspolitikkur, Fosturtøka og Loysing/Samband verða evnini, sum umboðini fyri flokkarnar skulu kjakast um
"Føroyingakollegie" á Amager verður karmur um pallborðsfundin
2019-05-16 14:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald