2026-03-23 10:09
Í kvøld skipar Tónleikasamband Føroya fyri pallborðsfundi um raðfesting av tónleiki og mentan til komandi løgtingsval.
Palborðsfundurin verður í Reinsarínum í kvøld klokkan 20.
Valevni frá teimum politisku flokkunum fáa møguleikan, at orða seg um tær raðfestingar, tey ynskja at gera fyri tónleika- og mentanarumhvørvið í Føroyum, verða tey vald.
Rólant Waag Dam verður orðstýrari og umboð fyri tónleika- og mentanarumhvørvið luttaka eisini í kjakinum, skrivar Tónleikasamband Føroya.
Tiltakið er alment, ókeypis og verður stroymt beinleiðis við ljóð og video.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald