Tað er neyðugt at nýhugsa fyri at tryggja eldraøkið í framtíðini. Vit liva longri, og tí gerast fleiri eldri. Um somu leið økist eisini tørvurin á hjálp og umsorgan til aldrandi borgaran.
Tórshavnar kommuna skipar fyri pallborsfundinum “Vit skulu liva væl og leingi” mikukvøldið 20. februar. Fundurin verður í Smæruni.
Á fundinum verður spurt, hvussu vit best fyrireika okkum til framtíðar tørv og krøv á eldraøkinum:
• Hvussu menna vit eldraøkið soleiðis, at vit eisini í framtíðini kunna veita dygdargóða heildartænastu? Og hvussu tryggja vit støðuga tilgongd av heilsustarvsfólki?
• Í hvønn mun kann vælferðartøkni stuðla undir heilsu og umsorgan á eldraøkinum? Hvar gongur markið?
• Hvør er ábyrgdin hjá kommununi? Og hvørja ábyrgd hevur tann einstaki, tey avvarðandi og medmenniskjuni?
Orðstýrari hetta kvøldið verður Óluva Zachariasen, tíðindafólk, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Innanlands
Pallborðsfundur um framtíðarkrøv og krøv á eldraøkinum
Tórshavnar kommuna skipar fyri pallborsfundinum “Vit skulu liva væl og leingi”
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-02-11 17:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald