
Á almennum námsvínsdaligum granskingardegi hósdagin 24. apríl verður pallborðskjak um, hvussu vit í Føroyum kunnu fáa fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving.
- Tørvurin á fólki, sum hava námsfrøðiliga útbúgving, er stórur, og nú verður evnið sett á breddan, tá Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar til alment og ókeypis tiltak um gransking í skúlaskapi og námsfrøði, skrivar setur.fo
Fróðskaparsetur Føroya kunnar um, at tað er á árliga námsvísindaliga granskingardegnum hósdagin 24. apríl, at endað verður við pallborðskjaki millum Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, Sannu á Løgmansbø, forkvinnu í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, Sonju Olsen, vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini og umboð fyri Kommunufelagið.
Tiltakið verður í Auluni á Frælsinum frá klokkan 15 hósdagin. Tað er alment og ókeypis, men tilmelding skal til.
Til ber at lesa meira um skránna og tilmelding her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald