Innanlands

Pallborðskjak um landbúnaðin í Føroyum

Fríggjakvøldið klokkan 18 verða toppar úr føroyskum politikki savnaðir í mentanarhøllini á Eiði

2018-10-18 16:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið klokkan 18 verða toppar úr føroyskum politikki savnaðir í mentanarhøllini á Eiði, har árliga pallborðskjakið á Heystfagnaðinum hesa ferð verður um eina komandi skipan av føroyskum landbúnaði.

Í 2016 setti Fiskimálaráðið, sum eisini hevur landbúnaðarmál undir sær, eitt arbeiði í gongd at orða eina frágreiðing um landbúnað í Føroyum, sum skal verða eitt slag av hugskotskatalogi til politisku skipanina.

Hetta arbeiði fer at verða liðugt heilt skjótt, og eftir ætlan skal aðalorðaskifti verða á Løgtingi um hesa frágreiðing í vár.

Somuleiðis greitt, at vit í síðsta lagi 1. september fóru inn í eitt valár – summi meta, at tað var nakað fyrr – og tí er pallborðskjakið fríggjakvøldið á ein hátt eisini ein valfundur til komandi løgtingsval. Hvussu er og ikki, so hevur eitt val verið, tá Heystfagnaður verður aftur.

Umboðini í pallborðinum verða: Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin fyrrverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Jógvan Skorheim, floksformaður og tingmaður fyri Sjálvsstýrisflokkin, Høgni Hoydal, floksformaður og verandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum fyri Tjóðveldi, Jenis av Rana, floksformaður og tingmaður fyri Miðflokkin og Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn.

Møguleiki verður eisini at seta pallborðinum spurningar um landbúnaðarpolitikk.

Pallborðskjakið byrjar stundisliga klokkan 18, og tað er sjálvandi alment.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder