 
                
            Fríggjakvøldið verður møguleiki at fara til til eitt heldur forkunnugt tiltak í Føroya Rætti, í samband við at tað er mentanarnátt.
- Føroya Rættur hevur luttikið í mentanarnáttini í Tórshavn seinastu nógvu árini. 
Seinnu árini hevur ein framleiddur filmur verið vístur; hesaferð spenna tey seg tó út, og framføra ein pallsettan rættarfund klokkan 19.00. 
Hesum boðar Føroya Rættur frá í tíðindaskrivi í dag. Harvið kunnu tey sum vitja royna seg sum dómsfólk. Umframt hetta ber til at síggja almennu hølini í rættinum frá klokkan 18 og  kaffi, te og okkurt søtt undir tonnað verður at fáa.
 Pallsetti rættarfundurin byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 2. juni.
 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald