
Tórshavnar kommuna fer 1. mai 2019 at víðka parkeringsøki og harvið eisini parkeringsloyvisøki til íbúgvar í miðbýnum í Havn, sum hava fingið bræv sendandi við kunning um loyvini.
Parkeringsloyvi verða veitt privatpersónum, sum búgva í parkeringsøkinum og ikki hava møguleika at parkera bil sín á egnum bústaði og ikki hava umstøður at gera parkeringspláss. Eitt loyvi verður veitt til hvønn bústað móti gjaldi.
Allir parkeringsbásar í víðkaða parkeringsøkinum verða tíðaravmarkaðir fyrst í mai 2019, skrivar Tórshavnar kommuna.
Meira kunning um parkeringsloyvir og tíðaravmarkingar síggjast á torshavn.fo/parkering eftir 1. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald