Ein søga um parkeringspláss í Hoydølum fekk um vikuskiftið bein at ganga á, á Facebook.
Sagt var, at sitandi býráð ætlaði at broyta byggisamtyktina fyri fløtuna í Hoydølum, so at øll fløtan kundi umskipast til eitt parkeringspláass.
- Hetta er sjálvandi ikki rætt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í lesarabrævi.
- Tað er ongin ætlan at byggja nakað afturat í Hoydølum. Kommunan hevur ongan áhuga í at fara út á fløtuna og kann í skeytinum lýsa, at als onki skal byggjast á økið.
- Ein ógrundað øsing í sambandi við hetta málið kann gerast sera óheppin, um málið dregur út av teirri orsøk. Tí hesar broytingar eru avgerandi fyri, at sølan millum tað almenna og kommununa kann fremjast, soleiðis at kampusøkið á Frælsinum skjótast verður veruleiki, skrivar Heðin Mortensen.
- Verður málið um yvirtøku av Hoydølum ikki loyst – og so verður heldur onki av kampus úti á Frælsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald