Uttanlands

Partur av miðaldartorni rapaði

Eitt aldargamalt torn í Rom er í vanda fyri at farast

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-11-03 14:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein partur av miðaldartorninum Torre dei Conti í Rom er lutvíst rapaður, skrivar Reuters tíðindastovan.

Eitt av arbeiðsfólkunum fekk skaða og er innlagt á sjúkrahús við álvarsligum skaðum, meðan tvey onnur fingu smærri snuddir.

29 metra høga tornið stendur við Via dei Fori Imperiali, sum gongur niðan til Colosseum í Rom.

Tornið hevur ikki verið í brúki síðan 2006, men er undir umvæling í løtuni, sum liður í eini longri umvælingarverkætlan, sum eftir ætlan skuldi vera liðug næsta ár, skrivar dr.dk. Orsaka av umvælingararbeiðinum, hevur økið verið stongt fyri gongufólki.

Sí stutt videobrot her

[object Object]
Tornið Torre dei Conti stendur nærhendis Colosseum í Rom (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder