Innanlands

Páskaaftan í Nólsoy við hugna, spæli og tónleiki

Í ár skipa sjórænararnir í Nólsoy fyri páskaharuveiðu. Teir leggja 1.500, ja fimtanhundrað, sjokolátaharur runt í bygdini, sum børnini skulu finna

Sjórænarar fjala páskaharur, sum børnini vara at leita eftir í Nólsoy leygardagin (Savnsmynd: Evy Toftegaard Nielsen)

Sjórænarar fjala páskaharur, sum børnini vara at leita eftir í Nólsoy leygardagin (Savnsmynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2026-03-31 10:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár skipa nólsoyingar fyri stuttligum og hugnaligum degi páskaaftan við nógvum góðum tónleiki.

Í ár skipa sjórænararnir í Nólsoy fyri páskaharuveiðu. Hetta er ein sera vælumtókt veiða fyri børn og barnsligar sálir. Sjórænararnir leggja 1.500, ja fimtanhundrað, sjokolátaharur runt í bygdini. Kokkan 14 skjóta teir fystu veiðuna ígongd og klokkan 15 ta seinnu. Tað plagar at vera ógvuliga stuttligt at síggja øll tey spentu børnini og tey vaksnu venda hvørjum spreki um alla bygdina.

Ungmannafelagið Royndin skipar fyri tombola og lutaseðlasølu frá klokkan 14 við nógvum góðum vinningum.

stOvetónar

Klokkan 16 byrja stOvetónar har 10 tónleikarar framføra í 10 ymiskum stovum. Tilsamans verða 20 konsetir í teimum hugnaligu stovunum, summar størri og aðrar minni. Tað er ein uppliving, tá ein gongur millum húsana í Nólsoy frá stovu til stovu.

Í Nólsoy ganga tey inn fyri javnstøðu millum kynini. Í ár verða tað fimm kvinnur og fimm menn, sum framføra. Tey eru Guðrið Hansdóttir, Anna Sabina, Ester Skála, Ronja Rasmussen, Herborg Torkilsdóttir, Rani Nolsøe, Signar í Homrum, Lyon Hansen og Benjamin Petersen.

Atgongumerki er at fáa á atgongumerki.fo ella á Ovasavninum, og eftir klokkan 18 leygardagin í Royndarhúsinum.

Heimavirkið verður opið frá klokkan 12 til 18 við einum hópi at dygdargóðum vørum, sum konurnar í Nólsoy hava virkað í vetur. Eisini verður kaffi og heimabakstur at fáa til keyps á Heimavirkinum.

Dagurin endar við at Spælirmennir í Nólsoy spæla í Royndarhúsinum frá klokkan 21.

Á degnum nýtist eingin at ganga svangur ella tystur. Á Ovasavninum er opið frá klokkan 12 til 18 við suppu og onkrum leskiligum afturvið. Tá Ovasavnið steingir klokkan 18, kann suppa og drekkilsi umframt pylsur keypast í Royndarhúsuinum.

Ternan siglir av Havnini: klokkan 12:30, 13:30, 14:30, 16:20, 19:00 og 22:00. Og úr Nólsoy: klokkan 13:00, 14:00, 15:00, 16:50, 19:25 og 22:25. 

[object Object]
Herborg Torkilsdóttir er millum teirra, sum fara at framføra á stOvetónum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder