Mentan

Páskastevna í Oasuni í Hoyvík

Høvuðstalarar verða Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi

2022-04-13 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár bjóðar fríkirkjan Oasan í Hoyvík til páskastevnu. Stevnan verður frá skírisdegi til annan páskadag.

Skipað verður fyri tiltøkum, sum eru viðkomandi fyri fólk í øllum aldri, og til hvørt møti verður umframt tala, eisini sangframførsla við einstaklingum ella bólkum ymsa staðni frá.

Millum tey sum fara at luttaka við sangi kunnu nevnast Bárður á Lakjuni, Magni Christiansen, Anton Liljedahl og Joy Johannesen. Lovsangsbólkar úr Oasuni og úr ymiskum øðrum samkomum kring landið vlerða eisini við á møtunum.

Høvuðstalarar verða Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi. Rachel og Gordon hava mangan áður verið í Føroyum og boðað gleðiboðskapin, og hava tey sera góð evni at bera viðkomandi boðskap fram á ein lætt skiljandi hátt. Teirra talur verða tulkaðar til føroyskt.

Kvøldmøtini verða skíriskvøld, langa fríggjakvøld og páskakvøld kl. 19, og meðan kvøldmøtini eru, verður skipað fyri spennandi barnamøtum fyri tey smærru í nýggju hølunum hjá Oasuni.

Morgunmøtini verða langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag kl 10.30.

Leygarkvøldið kl. 20 verður skipað fyri ungdómsmøti, har Tom Jacobsen talar, og aftaná verður lovsangskvøld kl. 22 við limum úr TeenStreet bólkinum.

Bygningurin á Kirkjustræti 4. er júst umvældur, og eisini er nýggjur bygningur bygdur uppí, og er hetta sostatt eitt sera gott høvið hjá fólki at koma á gátt, og síggja tey nýggju og góðu hølini hjá samkomuni.

Fullfíggjað skrá og kunning um m.a. spennandi ”Grund-café” er at finna á www.oasan.fo ella á Facebook-vanganum hjá Oasuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder