Innanlands

Patrik fortelur sína søgu

Fyrilestur um kynsligan ágang við Patrik Sjöberg verður í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum

2019-02-20 18:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast allari framgongd, heiðursmerkjum, og tað fyri miðlunum flottu útsjóndina hjá “ítróttarlegendini”, so var tað tað, sum vit ikki sóu, sum nívdi Patrik Sjöberg.

Mál, sum lágt mett, rakar trý børn í hvørjum flokki. Patrik Sjöberg varð fyri kynsligum ágangi av einum av sínum nærmastu, einum vaksnum, sum hann hevði álit á, maðurin, sum bleiv kendur fyri framstig hjá Patrik – venjaranum Viljo.

Tað eru 30 ár síðan og Patrik er ein av teimum fáu, sum breyt tøgnina og tók dystin upp fyri at børnini skulu hava rætt til ein tryggan barndóm. Tað eru enn børn, sum eru fyri kynsligum ágangi og tað eru enn vaksin sum lata eyguni aftur.

Nú kemur Patrik til Føroyar

Fyrilesturin hjá Patriki fer at fáa teg at lata eyguni upp og geva tær bæði fatan av og greiða tær frá um, hví trupulleikarnir halda fram. Men ikki bara tað. Patrik greiðir frá, hvussu vit saman kunnu steðga einum av týdningarmestu og mest traumatiserandi brotsverkum. Hvussu møta vit trupulleikunum og hvørjum øðrum ? Hvussu takkla vit trupulleikarnar og hvørt annað? Hvussu takkla og arbeiða vit ímóti at børn standa uttanfyri? Hvussu kunnu vit menna okkara hugburð? Hann deilir eina dapra søgu við okkum, men tosar eisini um eina ljósa framtíð við eldhuga, sum hann hevur við m.a. verkætlanini “Tre ska bli noll”.

Fyrilestrarnir við Patrik Sjöberg verða í Løkshøll 20. mars og Norðurlandahúsinum 21 mars.

- KRIS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder