Innanlands

Paul Watson verður ikki leyslatin

Rætturin í Nuuk hevur avgjørt, at Paul Watson framhaldandi skal sita í varðhaldi meðan løgmálaráðið tekur støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan

2024-08-15 15:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvalaaktivisturin Paul Watson skal vera sitandi í varðhaldi í Grønlandi, meðan danska løgmálaráðið tekur støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan.

Tað varð avgjørt í Sermersooq Kredsret seinnapartin, skrivar Sermitisaq.ag.

Varðhaldsfongslingin verður longd til 5. september, og 4. september verður aftur rættarfundur um møguliga leingjan av varðhaldsfongslingini.

Paul Watson hevur kært avgerðina hjá býarrættinum til landsrættin, sum nú skal taka støðu til fongslingina.

Ákærin metir, at tað er vandi fyri, at Paul Watson fer av landinum, um hann framhaldandi ikki situr í varðhaldi.

Á rættarfundinum í dag kom fram, at Paul Watson í 2012 varð handtikin, men valdi at stinga av, tí hann kundi vera útflýggjaður til Japan.

Verjin hjá Watson hevur hinvegin grundgivið fyri, at hann als ikki skal útglýggjast til Japan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder