Pauli Trónd Petersen var ein av teimum, sum í fjør samtyktu, at miðlastuðul skuldi latast privatu fjølmiðlunum. Men nú ivast tingmaðurin hjá Tjóðveldi í hesum.
Hetta serliga orsaka av útsøgnum á útvarpsrásini R7, sum fekk 136.000 krónur seinast miðlastuðulin varð útgoldin.
- Eg eri komin í tað støðu, at eg umhugsi heilt alvorliga, um hann ikki burdi verið avtikin, skjótast gjørligt.
- Tí eg eri í tí støðu, at eg eigi tveir adopteraðar asiatiskar synir, sum ein almennur miðil nú fer út og varpar sum skeivoygdar, og hini orðini vil eg ikki siga.
- Og tað finni eg meg simpulthen ikki í.
Um einki verður broytt í miðlalóggávuni, so verður Pauli Trónd Petersen ein av teimum, sum verður við til at avtaka miðlastuðilin á fíggjarlógini fyri 2019, sigur Pauli Trónd Petersen.
Óheppið
- Haldi tað vera ómetaliga óheppið um teir miðlarnir, sum fáa miðlastuðul ikki liva upp til reglugerðir um góðan fjølmiðlasið, og tær treytir, sum eru fyri at fáa stuðulin, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
- Eg skilji væl, at Pauli Trónd Petersen er skuffaður, og tað eru vit øll, segði landsstýriskvinnan.
Miðlastuðlin varð býttur soleiðis:
Sosialurin kr. 824.365,00
Dimmalætting kr. 294.902,00
Norðlýsið kr. 193.854,00
Portal.fo kr. 192.898,00
Rás 2 kr. 186.168,00
VP.fo kr. 152.514,00
R7 Kringvarp kr. 136.138,00
JN.fo kr. 19.160,00
Les eisini: Avgerð um meldingina av Óla Breckmanni takast í næstu viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald