2018-10-01 11:57
Í næstu viku fer ákæruvaldið at taka støðu til, um hvat skal gerast í málinum, har Óli Breckmann, útvarpsvertur og fyrrverandi løgtingsmaður, er meldaður fyri ærumeiðing.
Linda Hesselberg, varapolitimeistari, sigur við R7, at tey taka avgerð í næstu viku, um hvat skal henda í málinum, har Erling Eidesgaard hevur meldað Óla Breckmann fyri brot á grein 266b í revsilógini.
Tað var í sending á R7 í mars mánað, at Óli Breckmann kallaði norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un eitt “skeivoygt sosialistiskt knetti”. Erling Eidesgaard valdi at meldað Óla Breckmann fyri hesa viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald