
Frans pávi er innlagdur á sjúkrahúsi í Rom, har hann fær viðgerð fyri bronkitis.
Pávin, sum fekk tikið ein part av einu lunguni, tá hann var ungur, hevur í meira enn eina viku strídst við andatrongd, og tí hevur hann latið onnur lesa røður sínar upp.
Sambært Vatikaninum varð hann innlagdur fríggjamorgunin, og tað er ikki greitt, hvussu leingi hann skal vera á sjúkrahúsinum, men støða hansara er ikki versnað síðan fríggjadagin.
Frans pávi er 88 ár, og hevur hann seinastu árini verið innlagdur fleiri ferðir orsakað av ymiskum heilsutrupulleikum. M.a. varð hann eisini innlagdur við bronkitis í mars og desember 2023.
Pávin hevur brúkt koyristól síðan 2022 orsakað av trupulleikum við knænum, og seinastu mánaðirnar er hann eisini dottin fleiri ferðir, tó uttan at fáa álvarsligan skaða.
Sambært Ritzau er pávin eisini byrjaður at tosa um ætlanirnar fyri sína jarðarferð, sum sambært honum skal verða øðrvísi enn tær hjá undanmonnum hansara. Aðrir pávar eru jarðaðir í Vatikaninum, men frans pávi ynskir at verða jarðaður í kirkjuni Santa Maria Maggiore í Rom.
Frans pávi hevur verið pávi síðan Bænadikt 16. legði frá sær í 2013 orsakað av heilsutrupulleikum. Frans pávi hevur ikki útihýst møguleikanum at gera eins og undanmaður hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald