Francis pávi hevur boða frá, at deyðadómur aldrin er loyvdur, og at katólska kirkjan fer at berjast fyri, at deyðadómur verður avtikin kring allan heimin. Hetta boðaði Vatikanið frá í dag.
Nýggja støðan hjá katólsku kirkjuni er lagt afturat katekismus. Hetta váttar støðuna, sum pávin hevur borið fram síðani hann gjørdist pávi.
Katólska kirkjan lærir nú, at “deyðadómur er óloyviligur, tí at tað er eitt álop á friðhalgan og tignina hjá persóninum”, skrivar CNN.
Hendan nýggja støðan hjá katólsku kirkjuni hevur verið leingi ávegis. John Paul II pávi segði á jólum 1998, at heimurin mátti koma til eina semju um at avtaka deyðadóm. Í november 2011 heitti Benedikt XVI pávi á heimsins leiðarar um at gera alt tað teir kundi fyri at avtaka deyðadóm.
Somu støðu hevur Francis pávi fleiri gjørt vart við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald