2024-10-17 19:05
Í januar 2025 gevur Frans pávi út endurminningar.
Bókin ber heitið "Vón", upplýsir italska forlagið Mondadori.
Upprunaliga var ætlanin, at bókin fyrst skuldi gevast út, eftir deyða hansara, men so verður ikki.
Bókin verður tøk í 80 londum, upplýsir forlagið sambært Ritzau.
87 ára gamli Frans pávi, sum hevur verið pávi síðan 2013, hevur arbeitt við endurminningum sínum seinastu seks árini.
– Bókin um mítt lív er søgan um eina ferð við vón, sigur pávin, sum frammanundan hevur givið út fleiri bøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald