Leo pávi hevur brævatkvøtt á amerikanska miðskeiðisvalinum, sum verður í USA týsdagin í komandi viku. Tá skulu umboð veljast til amerikonsku Kongressina.
Pávin hevur brævatkvøtt í Chicago, sum hann sum amerikanskur ríkisborgari hevur rætt til, undirstrikar Vatikanið sambært Ritzau.
71 ára gamli Leo pávi varð føddur sum Robert Francis Prevost í Chicago í USA, og er hann fyrsti norðuramerikanski pávin.
Pávin hevur eisini búð og verið biskupur í Peru, har hann eisini hevur ríkisborgaraskap, og har hann, sambært Vatikaninum, eisini nýtti høvi at brúka sín borgarliga rætt at fara á val.
Sambært AFP er hetta fyrstu ferð, sum almenningurin veit um, at ein pávi hevur greitt atkvøðu á einum politiskum vali.
Vatikanið upplýsir ikki, hvar Leo pávi hevur sett krossin, men Leo pávi og amerikanski forsetin, Donald Trump hava áður funnist at hvørjumøðrum, m.a. í sambandi við kríggið hjá USA móti Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald