Frans pávi sendir eina áheitan til øll lond í heiminum um at taka ímóti so nógvum flóttafólki, sum tey klára at integrera í teirra samfelag. Tað fortaldi hann fjølmiðlafólki umborð á flogfari sínum á veg til Rom, skrivar DR.
- Stjórnin í einhvørjum landi má gera tað rætta og taka ímóti so nógvum flóttafólki, sum mann kann, so nógv sum mann kann integrera, útbúgva og veita arbeiði til, segði Frans pávi.
Áheitanin kemur í kjalavørrinum á heita kjakinum í ES, um hvussu tey skulu handfara flóttafólk og tilflytarar. Í farnu viku kyknaði kjakið upp aftur, tá Malta og Italia noktaðu at taka ímóti einum skipi við meir enn 600 flóttafólki. Spania valdi tó at taka ímóti flóttafólkunum.
Afturat hesum skal eitt uppskot um handfaring av friðskjólaumsóknum á sentrum uttanfyri ES verða evnið í komandi viku á toppfundi millum stjórnar- og ríkisleiðarar í ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald