Innanlands

Pávin sinnaður at mekla í Venesuela

Maduro hevur biðið Frans páva um at vera millumgongumaður

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-02-06 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frans pávi er sinnaður at fara inn sum millumgongumaður – meklari – í kreppuni, sum er uppstaðin í latínamerikanska landinum, Venesuela.

Tað segði pávin í gjár í flogfarinum á veg heim av vitjan í Sameindu arabisku Emiratunum.

Pávin váttaði, at forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, hevur sent honum eitt bræv, har hann biður um hjálp at loysa kreppuna í landinum, nú ein røð av heimsins londum hava góðtikið andstøðuleiðaran, Juan Guidó, sum veruliga leiðaran hjá fólkinum í Venesuela.

Frans pávi leggur afturat, at um so er, at hann skal upp í leikin sum millumgongumaður, so krevur tað, at báðir partar, eisini sjálvútnevndi forsetin, Juan Guido, er sinnaður at lata pávan gera hetta.

- Tað eru tey smáu fetini, sum hava týdning, tað seinasta er mekling. Partarnir mugu nærkast hvør øðrum fyri at kunna fara undir samtalur um semju. Soleiðis verður diplomati framt, segði Frans pávi á vegnum heim til Vatikanið.

23. januar boðaði 35 ára gamli Juan Guidó frá í høvuðsstaðnum Caracas, at hann við støði í landsins grundlóg, sum formaður fyri Tjóðartingið, var rættvísi leiðarin í landinum. Hann fekk beinanvegin stuðul úr USA og seinni varð hann eisini góðkendur av fleiri ES-londum, eitt nú Bretlandi, Týsklandi og Danmark.

Hesi londini hava sett krav um, at Maduro skrivar út nýtt forsetaval, men hesum hevur Maduro sýtt fyri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder