Frans pápi var týðuliga firtin, tá ein kvonna royndi at hala hann til sín, tá pávin var úti á Pætursplássinum og heilsaði upp á pílagrímar í gjár. Pávin gjørdi ikki mætari enn at sláa kvinnuna í hondina, tá hon ikki vildi sleppa.
Tað var Reuters tíðindastovan, sum vísti tilburðin á Twitter.
WATCH: Visibly disgruntled Pope Francis pulled himself away from a woman in a St. Peter's Square crowd after she grabbed his hand and yanked him toward her https://t.co/2nap3R0iQ4 pic.twitter.com/QbGyJDbdPH
— Reuters (@Reuters) January 1, 2020
Filmsklippið vísir hvussu pávun heilsar upp á fleiri fólk, og tosar við børn á Pætursplássinum í Vatikaninum.
Tá hann er liðugur, er tað ein kvinna, sum hálar hann í armin. On rópar okkurt og dregur pávan til sín. Pávin gerst týðuliga firtin, og slær kvinnuna tvær ferðir á hondina áðrenn hann fær slitið seg leysan og gongur víðari.
Frans pávi hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hendingina, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald