- Vit missa øll tolið viðhvørt. Tað hendi eisini fyri meg. Eg biði um umbering fyri, at eg ikki var nøkur fyrimynd í gjár.
Soleiðis sigur Frans pávi í dag eftir at ein filmur av einum tilburði á Pætursplássinum gjár, er farin um allan heimin.
Pávin var farin út á plássið fyri at heilsa upp á fólkið. Eftir eina løtu fór pávin burtur frá mannafjøldini, men har var ein kvinna, sum fegin vildi hava pávans uppmerksemi, so hon tók í hondina á pávanum og dróg hann til sín.
Sí eisini: Pávin sló kvinnu á hondina
Tað er heilt týðuligt, at pávanum ikki dámdi hetta, og hann reageraði við at sláa kvinnuna yvir hendurnar, so hann slapp burtur. Á myndunum sær tað út sum, at hann sigur okkurt í illsinni við kvinnuna, men tað er ómøguligt at hoyra á filmsklippinum. Tað hoyrist heldur ikki hvat tað er, sum kvinnan sigur.
Sambært tíðindaberanum hjá danska TV2 í Italia, Eva Ravnbøl, er tað óvanligt, at pávin er so bítskur.
- Men hann er ein maður við sterkum meiningum, sigur hon og minnir á eina líknandi hending frá 2016.
Tað var í Meksiko tá hann skeldaði ein ungan mann út, tí hann togaði í hann.
Hendingin í gjár er eitt sindur í andsøgn til nýggjársprædiku pávans har hann fordømdi harðskap og misnýtslu av kvinnum í tí nýmótans samfelagnum.
- Allur harðskapur móti kvinnum er frekleiki mótvegis Guði, segði pávin millum annað í nýggjársprædikuni.
Í dag viðgongur hann so, at hann misti tolið móti kvinnuni, sum hálaði í hann.
Frans pávi eitur upprunaliga Jorge Mario Bergoglio. Hann gjørdist pávi 13. mars 2013. Hann er føddur 17. desember 1936 í Buenos Aires, høvuðsstaðnum í Argentina. Hann er fyrsti pávi úr Latínamerika, har yvir 40 prosent av heimsins katolikkum búgva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald