Uttanlands

Pávin vitjar í Asia

Ongantíð fyrr hevur ein pávi verið so leingi burtur frá Vatikaninum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-03 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frans pávi er komin til indonesiska høvuðsstaðin, Jakarta, sum er fyrsti støðgur á eini 12 daga langari ferð í Landsynningsasia.

Talan er um longstu ferðina, sum nú 87 ára gamli pávin hevur verið burtur frá Vatikaninum, skrivar BBC. Ongin annar pávi hevur heldur fyrr verið á altjóða ferð í so høgum aldri.

Frans pávi hevur drigist við ymsum heilsuavbjóðingum í seinastuni, og tí er bæði lækni og tveir sjúkrarøktafrøðingar við honum á ferðini.

Pávin skal umframt Indonesia vitja í Papua Ný Guinea, Eysturtimor og Singapore. Mett verður, at endamálið við vitjanini eitt nú er at styrkja um viðurskiftini millum kristna og muslimska felagsskapin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder