Innanlands

Paz vitjaði ráðhúsið

Tórshavnar kommuna bjóðaði starvsfólkunum á matstovuni Paz á ráðhúsið, eftir at matstovan mánakvøldið varð heiðrað við tveimum Michelinstjørnum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-06-18 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin bjóðaði Tórshavnar kommuna starvsfólkunum á matstovuni Paz á ráðhúsið, eftir at matstovan mánakvøldið varð heiðrað við tveimum Michelinstjørnum.

Paz er matstovan hjá Poul Andriasi Ziska og heldur til í Dr. Jakobsens gøtu.

Elsa Berg, borgarstjóri, ynskti Poul Andriasi og starvsfólkunum til lukku og segði millum annað:

Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um, at Havnin nú hevur eina matstovu við tveimum Michelin-stjørnum, sum eisini leggur dent á eina matskrá við føroyskari matmentan og føroyskum rávørum. Tað er nakað, vit øll kunnu vera errin av, segði Elsa Berg.

- Vit vita øll, at tíni evni at matgera og skapa eru framúr; men tvær Michelinstjørnur eftir bara tveimum mánaðum var tó ótrúligt. Og so liggur matstovan so líttillátin á Dr. Jacobsens gøtu mitt í Havn. Her hava tit sæð ein møguleika, ið onnur ikki hava og slíkt áræði og hugflog er við til at skapa ein góðan miðbý, segði borgarstjórin.

Les eisini: 700 krónur pr. stjørnu pr. gest

Les eisini: - Ring á hotelklokkuna og fá eina minniliga matuppliving

Les eisini: Michelin: Tvær stjørnur til Poul Andrias

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder