Føroya Pedagogfelag skal ikki rokna við at fáa viðhald í sínum krøvum um at lata limum felagsins vandaviðbót fyri at fara til arbeiðis á dagstovnum aftur mánadagin.
Tað sigur Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum. Við Kringvarpið sigur hann, at hvørki starvsfólk ella børn eru í nøkrum vanda og at dagstovnarnir lata upp eftir tilmæli frá samdari farsóttarnevnd, sum er læknafakligi serkunnleikin í slímum spurningum.
Les eisini: Pedagogar vilja hava vandaviðbót
Og: Starvsfólk á namsfrøðiliga økinum eiga at fáa vandaviðbót
Tað eru kommunurnar, ið varða av sáttmálanum við pedagogarnar á barnagørðum og vøggustovum, men hesir sáttmálar skulu góðkennast av Lønardeildini.
Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum segði í gjár, at sáttmálin er galdandi til 1. oktober, og at tað ikki er vanligt at gera broytingar í galdandi sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald