Nú er ikki longur krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu vera í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Tað varð samtykt á aðalfundi hjá felagnum í gjár, har uml. 400 limir møttu.
Arbeitt hevði verið við uppskotinum um bygnaðarbroytingar síðan 2015, og aftaná kjak varð atkvøtt, og ein greiður meiriluti var fyri nýggja bygnaðinum.
Á fundinum í gjár varð eisini samtykt at seta trý ráð á stovn - Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið, umframt fakligir áhugabólkar – sum merkir, at einstøku fakøkini í felagnum fáa betri umboðan og betri møguleika at varpa ljós á teirra serliga áhuga. Nevndin verður við hesum betri før fyri at umboða áhugamálini hjá leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í felagnum, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuna.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald