Føroya Pedagogfelag harmast stórliga, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur tikið avgerð um at steðga byggingini av nýggjum barnaheimi.
Tá landsstýriskvinnan varð spurd um nýggja barnaheimið í farnu viku, segði hon, at hon hevði valt at raðfesta aðrar byggiætlanir, sum longu eru ígongd, og av tí at barnaheimið er tann verkætlanin, sum er komin stytst í mun til fyrireiking, hevur hon tikið avgerð um fyribils at bíða við byggingini.
Sambært Pedagogfelagnum er hetta at ganga beinleiðis ímóti barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum m.a. sigur soleiðis:
- Luttakaralondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum skikkaðir myndugleikar hava ásett, serstakliga við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika og harumframt serkønari umsjón.
- Sum fakfelag hjá stórum parti av starvsfólkunum í Eind 10, sum barnaheimið er partur av, fara vit inniliga at heita á landsstýriskvinnuna um ikki at steðga byggingini av nýggjum barnaheimi, skrivar felagið í skrivi, sum er sent miðlunum.
Felagið vísur á, at umstøðurnar hjá starvsfólkum og brúkarum á barnaheiminum eru illa hóskandi.
Pedagogfelagið sigur seg m.a. hava fingið at vita, at viðgerðar- og arbeiðsumstøður ikki eru nøktandi, at hølir, sum hava verið fongd við soppa, hølir í ringum standi og ikki altíð hóskandi til endamálini, hava verið brúkt, og at virksemið, sum í nógvum førum átti at verið savnað, er spjatt runt á ymiskum skiftandi matrikklum.
Eisini sigur felagið, at fráboðanir eru gjørdar til arbeiðseftirlitið um vánaligu umstøðurnar, og at tær ganga út yvir starvsfólk og brúkarar, sum verða útsett fyri sálarligum og kropsligum harðskapi.
- At gera nýtt barnaheim hevur verið ávegis í nógv ár. Hetta má ikki gerast ein politisk og lokalpolitisk kastibløka, sum steðgar, tí nú skal raðfestast øðrvísi, sigur Pedagogfelagið.
- Barnaheimið er ein endurmenningarstovnur. Barnaheimið er staðið, sum børn av ymiskum orsøkum mugu vera, tí umstøðurnar eru sum tær eru. Barnið og familja tess eru í kreppu og hava tørv á stuðli og tryggum og varandi umstøðum.
Arbeiðið við at byggja nýtt barnaheim er komið væl ávegis, og at steðga tí nú, kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, sigur Pedagogfelagið, sum heitir inniliga á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at taka málið upp til nýggja støðutakan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald