Innanlands

Peningastovnarnir læna mest út til húsarhaldini

Húsarhaldini standa fyri umleið 9 mia. kr. av teimum tilsamans 15,5 mia. kr., sum føroyskir peningastovnar hava av útlánum

2019-06-17 13:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Av øllum útlánum í føroyskum peningastovnum, standa húsarhaldini fyri nógv størsta partinum. Kortini eiga føroysku húsarhaldini meir á bók enn tey læna, eisini tá ið realkredittstovnar eru taldir við.

Húsarhaldini standa fyri umleið 9 mia. kr. av teimum tilsamans 15,5 mia. kr., sum føroyskir peningastovnar hava av útlánum. Privata vinnan stendur fyri einum triðingi, sum er 5 mia. kr. av samlaðu útlánunum. Kommunur standa fyri 1 mia. kr. og restin av teimum 15,5 mia. kr. eru útlán til sosialar grunnar, almenn partafeløg og tryggingarfeløg og eftir­lønar­grunnar, skrivar Landsbanki Føroya í frágreiðing.

Meginparturin av útlánum til húsarhald fer til sethúsafígging. Sethúsalán hava trygd í sethúsunum, ið merkir, at vandin ikki er so stórur fyri, at bankin ikki fær sín pening aftur. Av samlaðu útlánunum hjá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum í Føroyum, eru 39% føroysk sethúsalán og 14% donsk realkredittlán. Um lántøka til sethúsafígging úr føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum verður løgd saman, er ein fjórðingur av samlaðu sethúsafíggingini donsk realkredittlán, og restin vanlig sethúsalán úr føroyskum peningastovnum.

[object Object]

Húsarhaldini hava størst innlánsyvirskot

Innlánsyvirskotið er upphæddin sum hús­ar­haldini hava standandi á konto, min­us tað, sum tey skylda føroyskum pen­inga­stovn­um. Hús­arhaldini hava størri innlán enn útlán í før­oy­sku peningastovnunum. Inn­láns­yvir­skot­ið hjá húsarhaldunum var næstan 2,5 mia. kr. í mars 2019. Hetta er meir enn tví­falt so nógv sum í sept­ember 2013, tá ið inn­láns­yvirskotið hjá húsarhaldunum var umleið 900 mió. kr. Innlánini hjá føroysku húsar­hald­un­um eru vaksin við sløkum 40% frá sept­emb­er 2013 til mars 2019, meðan útlánini eru vaks­in við góðum 20% í sama tíðarskeiði.

Eru innlán og útlán, sum føroysk húsarhald hava í donskum peninga- og real­kreditt­stovn­um tald við, hava føroysku húsarhaldini eisini eitt innlánsyvirskot, sum tó er væl minni umleið 20 mió. kr. í mars 2019 (Mynd 2). Húsarhaldini hava annars havt inn­láns­undir­skot­ í føroyskum og donskum peninga- og real-kredittstovnum síðani 90-árini.

[object Object]

Í mars 2014 var innlánsundirskotið umleið 1,5 mia. kr. og tað merkir, at hvør før­oyingur í miðal hev­ur mink­að um inn­láns­undir­skot­ið við meir enn 30.000 krónum í part sein­astu fimm árini (til mars 2019).

Les meir í frágreiðingini “Gongdin í bankageiranum.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder