Innanlands

Pensjónistarnir gloymdir á ráðharravitjan

Landsfelag Pensjónista undrar seg yvir ikki at sleppa at hitta danska eldraráðharran

Beate L. Samuelsen, forkvinna fyri Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna fyri Landsfelag Pensjónista

2019-02-05 13:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Tey, sum hava fyrireikað Føroyaferðina hjá danska ráðharranum, hava kanska ikki hildið tað verið nóg áhugavert hjá Thyru Frank, at hitt umboð fyri Landsfelag Pensjónista. Ella kanska hevur Almannamálaráðið bara gloymt Landsfelag Pensjónista.”

Soleiðis skrivar forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, nú skipað verður fyri vitjan av danska ráðharranum við eldramálum, uttan at eitt prát við føroyskar pensjónistar er sett á skránna.

Thyra Frank, ráðharri við eldramálum í Danmark, kemur í morgin á almenna vitjan í Føroyum, men sambært tíðindaskrivinum frá føroyska almannamálaráðnum, er tað bert kommunur og stovnar innan eldraøkið, sum Thyra Frank skal hitta. Einki prát við tey eldru, sum ikki eru á stovni er á skránni.

”Landsfelag Pensjónista hevur annars stungið ein føroyskan eldrapolitikk út í kortið. Vónandi eydnast tað okkum eina aðru ferð at greiða frá eldrapolitikki Landsfelag Pensjónista, tá danskur ráðharri við eldramálum kemur hendavegin, og tann nýggja pensjónsnýskipanin frá 1. januar 2020 er farin at virka”, skrivar Beate L. Samuelsen millum annað í viðmerkingini.

Les viðmerkingina á lesarin.fo: Kærkomin eldraráðharravitjan 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder