Landsfelag Pensjónista heitir nú á politisku myndugleikarnar um at kalla Løgtingið samanaftur.
Í opnum brævi, undirskrivað av forkvinnuni, Beate L. Samuelsen, skriva tey soleiðis:
”Landsfelag Pensjónista vil við hesum heita á politiska myndugleikan at kalla Løgtingið saman í summarfrítíðini til at avgreiða hetta týdningarmikla tingmál:
Løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
At banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er viðkomandi fyri nógv fólk, m.a. pensjónistar og hastar tað tí at fáa hetta samtykt. Um bíðað verður eftir løgtingsvalið síðst í august 2019, kann tað ganga lang tíð, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri Løgtingið aftur.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald