
Tjóðartingið í suðuramerikanska landinum, Peru, hevur gjørt av at koyra forsetan, Dina Boluarte, úr embætinum.
Boluarte, sum er er sera illa dámd, var innkallað til at verja seg sjálva í tjóðartinginum.
Men Reuters skrivar, at hon ongantíð møtti upp til viðgerðina av málinum, ið snýr seg um “moralskan ódugnaskap. Haraftir gjørdi meirilutin av tjóðartingslimunum av at fara til eina skjóta ríkisrættarsak.
63 ára gamla Dina Boularte, hevur sitið sum fyrsti kvinnuligi forseti í landinum síðan 2022, hevur verið partur í fleiri mutursgølum og hevur eisini fingið atfinningar fyri av brúka vald til at kúga mótmælisfólk.
Eftir avgerðina um at seta forsetan frá, er formaðurin í tjóðartinginum, Jose Jeri, tikin í eið sum nýggjur forseti í Peru fram til forsetavalið, sum verður í apríl komandi ár.
Jose Jeri, fyribils forseti til forsetaval verður í apríl 2026 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald