Norski hotell-milliardingurin Petter Stordalen, er komin í fíggjarligar trupulleikar og stendur á eggini til fíggjarligt skrædl, tí hann ikki sjálvur er førur fyri at bjarga fyritøkunum.
Tað fortelur ríkmaðurin sjálvur í einum poddi sambært norska vinnumiðlinum e24.no.
Hotellketan Nordic Choise er hart rakt av koronakreppuni og Petter Stordalen hevur verið noyddur at steingja fleiri hotell og sent fleiri túsund starvsfólk heim.
Eisini ferðafyritøkan Nordic Leisure Travel Group, sum umfatar Spies, Ving og Tjæreborg og flogfelagið Sunclass Airlines, er í stórum trupulleikum.
Hóast høvuðsríki norðmaðurin við serliga lívsstílinum og stóru armrørslunum á pappírinum er verdur næstan 10 milliardir krónur, so hevur hann ikki einsmallur ráð til at hava sítt virksemi koyrandi.
- Virðini hjá mær liggja í feløgunum. Eg havi ikki nógvar pengar á bók, teir liggja ikki í bankanum, sigur Petter Stordalen í poddinum Stormkast, har hann vísir á, at virðini hjá honum liggja í hotellunum, ferðafeløgunum, ognunum og øðrum feløgum, hann hevur sett pengar í.
Í Noregi undraðust nógv yvir, at 57 ára gamli Petter Stordalen í farna mánaði alment fór út og heitti á stjórnina um at hjálpa sær við sínum lívsverki, sum hann hevur arbeitt upp á í 24 ár.
Hotellketan Nordic Choise, sum er tann størsta í Skandinavia, hevur í løtuni fleiri milliónir krónur í halli hvønn dag. Har eru ongir gestir og harvið ongar inntøkur.
Eisini ferðavinnan bløðir og pengarnir fossa úr Nordic Leasure Travel Group, sum Stordalen keypti í oktober í fjør saman við grunnunum Altor og TDR Capital. Sambært svenska blaðnum Dagens Näringsliv, setti Stordalen 1,5 milliardir krónur í felagið.
Petter Stordalen eigur eina røð av hotellum í Noregi og eisini nøkur í Danmark, teirra millum marglætishotellið Skt. Petri í Keypmannahavn og Comfort Hotel. Og hann hevur júst skotið hálvaaðru milliard krónur í eitt nýtt projekt í Keypmannahavn á sokallaðu postgrundini beint við Tivoli og høvuðsjarnbreytastøðina, skrivar finaks.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald