2018-07-08 14:52
Talan var um ein ídnan mann, sum hevur fingist við mangt og hvat innan miðlar og samskifti og eisini matstovuvinnu. Petur Slyne var millum annað ein av oddamonnunum av Voxbotn.
Í 1999 varð reklamuvirkið Petur & Petur sett á stovn, og í 2000 bleiv Vikublaðið stovnað. Síðani 2007 hevur Petur Slyne havt egið samskiftisvirki nevnt 1xPetur og hevur staðið fyri fleiri stórum parti av grafiska virkseminum í Føroyum. Voxbotn var fyri fyrstu ferð hildið í 2012.
Um ársskiftið var hann við til at keypa bilasøluna Wenzel.
Frá 1988 til 1996 er Petur Slyne skrásettur fyri 59 dystir í bestu fótbóltsdeildini fyri HB.
Petur Slyne var føddur 23. mars í 1971, og gjørdist 47 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald