Innanlands

P/F SMS keypt Mylnu-bygningin í Berjabrekku

Nú skal bygningurin høvuðsumvælast og nútímansgerast

2018-06-26 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at P/F SMS í mong hevur havt bakaríið Mylnuna í Berjabrekku í bygninginum, sum Per Poulsen í sínari tíð bygdi til bakarí, hevur P/F SMS nú keypt bygningin, sum skal høvuðsumvælast og nútímansgerast.

Per Poulsen, sum í nógv ár hevði bakarívirksemi í Havn, hevur latið seinasta partin av sínum virksemi av hondum. 

Hann seldi í dag bakarí-bygningin í Berjabrekku til P/F SMS, sum seinastu 15 árini hevur havt bakaríið Mylnuna í bygninginum.

Per Poulsen stovnaði Mylnuna í 1979. Hann bygdi bygningin í Berjabrekku til bakarí, og nakað eftir aldarskiftið seldi hann bakarívirksemið í Mylnuni til P/F SMS. 

P/F SMS fer nú at høvuðsumvæla og nútímansgera bygningin, so at hann fer at líkjast nýggju Mylnunum í høvuðsstaðnum.

 

Sólrun Poulsen, Per Poulsen, bakari, Niels Mortensen, stjóri í P/F SMS, og Christian Andreasen, nevndarformaður í P/F SMS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder