Innanlands

Ph.d.-skúli gerst veruleiki

Allar ph.d.-útbúgvingar verða frameftir skipaðar umvegis ein ph.d.-skúla, sum skal umsita ph.d.-útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett í gildi eina nýggja kunngerð fyri ph.d.-útbúgvingar í Føroyum (Savnsmynd)

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett í gildi eina nýggja kunngerð fyri ph.d.-útbúgvingar í Føroyum (Savnsmynd)

2025-06-13 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur sett í gildi eina nýggja kunngerð fyri ph.d.-útbúgvingar í Føroyum. Við kunngerðini verða allar ph.d.-útbúgvingar frameftir skipaðar umvegis ein ph.d.-skúla, sum skal umsita ph.d.-útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya.

Eisini verður ein ph.d.-nevnd sett á stovn. Ímeðan ph.d.-skúlin tekur sær av tí fyrisitingarliga, skal nevndin tryggja góðsku og samanhang í lestrinum hjá hvørjum einstøkum ph.d.-lesandi.

Við kunngerðini verður møguleikin styrktur hjá einstakliginum at fara undir ph.d.-lestur í samstarvi við privatar fyritøkur og aðrar almennar stovnar. Hesi kunnu verða knýtt at ph.d.-skúlanum, hóast tey ikki hava sína dagligu gongd á Fróðskaparsetrinum.

Upptøkutreytirnar til ph.d.-lestur verða eisini broyttar. Nú verður møguligt at søkja upptøku við styttri masterútbúgvingum. Hetta merkir, at fólk, sum hava lokið masterútbúgving í t.d. Bretlandi, nú kunnu fara undir ph.d.-lestur í Føroyum. Hóast upptøkutreytirnar eru linari enn í kunngerðini frá 2016, eru tær framvegis í samsvari við altjóða leist.

Ph.d.-skúlin hevur leingi verið eitt ynski hjá Fróðskaparsetri Føroya. Víst hevur verið á, at áhugin fyri ph.d.-lestri er vaksandi, og tørvurin á at veita eina javna og dygdargóða tænastu er øktur. Uppskotið hevur tí fingið góða undirtøku á Setrinum og er eisini væl móttikið í tí føroyska granskingarumhvørvinum sum heild.

Við hesum fer ph.d.-kunngerðin frá 2016 úr gildi, hóast lesandi, sum eru innskrivað eftir gomlu kunngerðini framvegis fylgja gomlu kunngerðini. Ph.d.-lesandi, sum eru innskrivað eftir kunngerðini frá 2016, kunnu tó søkja um at fáa teirra ph.d.-ritgerð undir reglurnar í nýggju kunngerðini.

Nýggja ph.d. kunngerðin kann lesast her.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder