Philip prinsur, 98 ára gamli maður ensku Elizabeth drotning, er útskrivaður av King Edward VII sjúkrahúsinum í London, skrivar Reuters.
Fríggjadagin boðaði enska kongshúsið frá, at gamli prinsurin varð innlagdur til kanningar samstundis, sum hann fekk viðgerð fyri heilsubrek, sum hann stríðist við. Greitt var ikki nærri frá, hvat honum bagar.
Á jólum fyri átta árum síðan lá prinsurin eisini á sjúkrahúsi eftir ein hjartaskurð, og hann kundi heldur ikki vera við, tá Elisabeth í 2012 hátíðarhelt 60 ára dagin sum drotning, tá var hann innlagdur við blørðubruna.
Í januar í fjør slapp Philip prinsur snikkaleysur frá einum ferðsluóhappi, tá Land Rover jeepurin hjá honum rullaði runt eftir at hava rent á ein annan bil nærhendis Sandringsham.
Tvær kvinnur og eitt smábarn vóru í bilinum. Barnið slapp uttan mein, meðan onnur kvinnan breyt skøvningin meðan hin fekk prus á knæið.
Ferðsluóhappið setti ferð á kjakið um hvørt tað var rætt at gomul fólk sleppa at koyra bil. Stutt eftir óhappið lat Philip prinsur sítt koyrikort inn.
Philip prinsur tók seg aftur frá øllum almennum uppgávum í august 2017. Stundum er hann tó við til almennar hendingar. Eftir at prinsurin fór á pensjón hevur hann fyri tað mesta hildið til á summarbústaðinum Wood Farm á Sandringham Estate í Nordfolk í Eysturonglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald