Í nátt okkara tíð vórðu 11 listaverk hjá heimskenda spanska listamanninum Pablo Picasso seld á uppboðssølu í Las Vegas.
Listaverkini fóru fyri meira enn 100 milliónir dollarar, ið svarar til uml. 640 milliónir krónur, og verður hetta mett at vera tann virðismiklasta uppboðssølan av Picasso-verkum nakrantíð, skrivar Ritzau.
Tað dýrasta verkið var málningurin "Femma au beret rouge-orange" frá 1938, sum ímyndar Marie-Theresa Walter, ið var unnusta hjá Picasso. Málningurin varð seldur fyri 40,5 milliónir dollarar, sum er tíggju milliónir meira enn væntað. Í okkara krónum svarar hetta til 255 milliónir.
Metið fyri ein Picasso-málning varð tó sett í 2015, tá málningurin "Les Femmes d'Alger", sum ímyndar eina algeriska kvinnu, varð seldur fyri 179,4 milliónir dollarar á auktiónshúsinum Christie's.
Onnur verk, ið vórðu seld í nátt, vóru m.a. "Homme et Enfant", "Buste d'homme", og "Le Dejeuner sur l'herbe".
Navnið á keyparanum varð ikki upplýst.
Uppboðssølan varð hildin á Bellagio-hotellinum í Las Vegas, har listaverkini hava verið sýnd í áravís.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald