Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá at tvey sløg av pinkubarnatallerkum verða afturkallaðir. Staðfest er at vøran letur frá sær melamin í ov høgum mongdum.
Tað er Done By Deer A/S sum afturkallar vøruna.
Talan er um hesar tallerkarnar:
- Blå "Yummy" tallerkur við myndevninum "Happy Dots"
Vørunummar: 10542
Vøran er seld í tíðarskeiðnum Januar 2019 - April 2019.
- Ljósareyð "Anti-Slip" tallerkar við myndevninum "Contour" (sí mynd)
Vørunummar: 10507
Vøran er seld eftir tann 22. august 2017.
"Happy dots" tallerkurin er seldur í føroyskum handlum. "Contour" tallerkurin kann vera keyptur uttanlands.
Tað er staðfest, at vørurnar lata frá sær ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin. Vørur, sum lata frá sær melamin í nøgdum, sum eru yvir loyvda markvirðinum, eru ikki egnaðar at koma í samband við mat.
HFS mælir til at lata vøruna inn aftur í handlinum, her vøran er keypt, ella at burturbeina vøruna. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald