Innanlands

Planeringin til næmingabústaðin farin í gongd

Næmingabústaðurin til Ítrottaháskúlin í Suðuroy verður eftir ætlan liðugur komandi summar

Mynd: Vága Kommuna

Mynd: Vága Kommuna

2019-07-23 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í apríl varð spakin settur í. Í mai varð grivið út. Og nú er gongd komið á planeringina av økinum, har nýggi næmingabústaðurin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy skal byggjast. Hetta skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.

Tá liðugt er at planera verður farið undir at stoypta fundamentini til bygningin.

Bústaðir er byggiharri, og tað er Norcon í Vági, sum byggir næmingabústaðin, sum Ítróttaháskúlin í Suðuroy kemur at leiga frá Bústaðir.

Í næmingabústaðinum verða 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Næmingaheimið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder