Innanlands

Pláss eftir í flogfari til Keypmannahavnar í kvøld

Ferðafólk, sum skulu við RC450/456 í morgin eru vælkomin at koma við í kvøld klokkan 22 í staðin, og skulu tey møta á farstøðini í Vága Floghavn í seinasta lagi klokkan 21.

Ólavur Frederiksen/Faroephoto (Savnsmynd)

Ólavur Frederiksen/Faroephoto (Savnsmynd)

2019-03-30 19:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum kunnugt eru seinkingar í flogferðsluni í morgin, 31. mars, úr Føroyum.

Í hesum sambandi boðar Atlantsflog frá, at tað er møguleiki at fara avstað í kvøld.

- Vit hava pláss í einum flogfari í kvøld,  sum fer úr Føroyum til Keypmannahavnar kl 22.00 - um ynski er at sleppa úr Føroyum í kvøld, eru ferðafólk sum skulu við RC450/456 í morgin, vælkomi at koma við í kvøld og skulu møta í seinasta lagi kl. 21.00 á farstøðini í Vága Floghavn, skrivar Atlantsflog.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder