Ein tilburður av sjúkuni polio er staðfestur í Gaza, upplýsir palestinska heilsumálaráðið.
Smittan er áður funnin í spillvatnsroyndum í Gaza, sum annars ikki hevur havt nakran staðfestan tilburð seinastu 25 árini sambært ST.
Polio er ein virussjúka, sum eisini er kend undir navninum barnalamningur. Sjúkan, sum vanliga rakar børn undir fimm ára aldur, smittar seta illa og kann hava við sær, at fólk gerast lamin.
Smittaði persónurin er eitt tíggju mánaðir gamalt barn, sum ikki er koppsett fyri polio.
ST-aðalskrivarin António Guterres sigur, at tørvur er á eini vápnahvíld, so mann kann fara í holt við at koppseta.
Sambært ST-felagsskapum er tørvur á at koppseta um 640.000 palestinsk børn, skrivar tíðindastovan AP.
Besta koppsetingin fyri polio er at fáa frið og vápnahvíld alt fyri eitt, sigur Guterres.
– Men undir øllum umstøðum er ein poliosteðgur neyðugur. Tað er ómøguligt at fremja eitt koppsetingarátak tá kríggj herjar allastaðni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald