Innanlands

Politi: Hóttanarsak í Havn í nátt

Tveir mans toppaðust so nógv í nátt, at tað endaði við, at annar maðurin hótti hin. Maðurin varð tikin inn á politistøðina, og skal avhoyrast í dag.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-26 09:04 Author image
Elisa Vang
placeholder

Tveir mans komu so ógvusliga upp at toppast í nátt, leygarnátt, at tað endaði við, at annar maðurin hótti hin. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.

Júst hvat slag av hóttan, talan er um, vil løgreglan enn ikki at siga. Men maðurin, ið hótti, er tikin inn á politistøðina at sova rúsin av, og síðan skal hann avhoyrast um málið. Maðurin, ið varð fyri hóttanini, skal eisini inn til avhoyringar, tá hann er komin fyri seg.

Menninir vóru ávirkaðir, men løgreglan veit enn ikki, um talan er um vanligt rúsdrekka ella sterkari rúsevnir.

Løgreglan kannar víðari í hóttanarsakini.

Annars hevur náttin verið friðarlig, sigur vakthavandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder