Í Føroya Rætti í gjár vórðu tveir mans dømdir 12 ára langar fongsulsrevsingar fyri at hava smuglað stórar nøgdir av nýggja rúsevninum Pinaca til Føroya. Talan er um eitt flótandi rúsevni, sum er sera vandamikið.
Verður roykt í elektroniskum sigarettum
Pinaca (5F-MDMB-PINACA) er eitt slag av tilevnaðum (syntetiskum) rúsevni. Vandin fyri eitran er sera høgur, og hóast rúsandi virknaðurin av Pinaca sigst vera líkur tí, sum THC í hassji gevur, so er nýggja evnið nakrar hundrað ferðir sterkari enn THC.
Í umrødda málinum var talan um 7,2 litur av Pinaca. Tað svarar til okkurt um 220.000 skamtar av evninum, og hesir vóru framleiddir til at roykja í elektroniskum sigarettum.
Politiið ávarar um vandamikla rúsevnið
Pinaca er sera sterkt, og bert fáir guvar kunnu vera lívshættisligir. Vandin fyri eitran av sterka evninum er sera høgur, og dømi eru um fleiri fólk, sum eru endaði í koma av Pinaca. Nýggja evnið hevur eisini verið orsøk ella viðvirkandi orsøk til fleiri andlát í útlondum.
Politiið heitir tí á øll um at vera serstakliga ansin, um tey fáa bjóðað guv av elektroniskari sigarett. Tað kann vera ringt at vita við vissu, hvat evni er í sigarettini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald