Í sambandi við Altjóða kvinnudagin skipar Frítt Val fyri pallborðkjaki um abort. Allir flokkar á Føroya Løgtingið eru bjóðaðir, og kvinnulig umboð úr seks flokkum luttaka.
Tiltakið verður mikukvøldið 6. mars klokkan 20 í Perluni í Havn.
Liljan Weihe er orðstýrari, og luttakararnir eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, Ruth Vang, Framsókn og Mia av Kák Joensen, Miðflokkurin.
Pallborðskjakið er partur av Femifagnaði 2019, sum fagnar Altjóða kvinnudagin 8. mars.
Kvinnufelagið, Frítt Val - fyri fríari abort, Amnesty International Føroyar, Kropsfatanistar og Damudomi hava sligið seg saman at skipa fyri tiltøkum dagarnar 3. til 7. mars og fyri risa hátíðarhaldi á sjálvum 8. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald